
Í gjárkvøldið mátti tyrlan hjá Atlantsflogi fara eftir einum skaddum sjómanni og flyta hann á Landssjúkrahúsið.
Maðurin var frá einum grønlendskum trolara, sum var staddur 250 sm norður úr Føroyum. Hann hevði fingið skaða umborð, og mátti hann á sjúkrahús í skundi, skrivar Vørn á heimasíðuna.
Fráboðanin kom frá íslendsku bjargingartænastuni, Icelandic Coast Guard um klokkan átta í gjárkvøldið.
Føroyska SAR tyrlan varð send av stað og mátti bunkra í Klaksvík báðar vegir til langa túrin. Nógvur vindur var á leiðini, men tað gekk væl at fáa mannin umborð í tyrluna og víðari á Landssjúkrahúsið, skrivar Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald