Innanlands

Sjómanskvinnuringurin í Porkeri 70 ár

Í hesum sambandi var serstøk samvera í missiónshúsinum

- Byrjað varð við felagssangi og bøn, og síðani var farið til borðs. Til høvið var leskiligt smyrjibreyð bílagt uttanífrá, meðan kvinnurnar sjálvar høvdu køku við (Mynd: trubodin.fo)

- Byrjað varð við felagssangi og bøn, og síðani var farið til borðs. Til høvið var leskiligt smyrjibreyð bílagt uttanífrá, meðan kvinnurnar sjálvar høvdu køku við (Mynd: trubodin.fo)

2024-10-15 07:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri viku síðani var serstøk samvera í missiónshúsinum í Porkeri. Høvið var, at tað í ár eru 70 ár síðani, at sjómanskvinnuringurin í bygdini sá dagsins ljós.

Jógvan Højgaard, trúboðari, skrivar á trudbodin.fo, at rundi dagurin var 24. februar í ár, men av ymsum orsøkum varð einki gjørt burtur úr tá.

Jógvan og formaðurin í missiónshúsinum í Porkeri, Henning Stenberg, vórðu bodnir við til hátíðarhaldið

- Byrjað varð við felagssangi og bøn, og síðani varð farið til borðs. Til høvið var leskiligt smyrjibreyð bílagt uttanífrá, meðan kvinnurnar sjálvar høvdu køku við.

[object Object]Mynd: trubodin.fo

Undir borðhaldinum varð lisið úr fyrstu gerðabókini. Har varð sagt frá, at 24. februar 1954 kallaði Petur Johannesen, fyristøðumaður á sjómansheiminum í Havn, til fundar í missiónshúsinum í Porkeri.

Á skránni var stovnan av sjómanskvinnuringi í bygdini. Hesum var undirtøka fyri, og sum gerðabókin sigur, so varð “frú Maria Mortensen vald til forkvinnu og frú Maria Joensen til kassameistara”.

- Síðani gekk prátið lystiliga um stóra arbeiðið, ringurin hevur gjørt ígjøgnum árini. Umframt siðbundna arbeiðið hevur ringurin eisini stuðlað peningaliga bæði í tí staðbundna og á landsplani.

[object Object]
Henning Stenberg (Mynd: trubodin.fo)

Ein søga varð eisini lisin, og tá komu stokkarnir fram. Síðani hevði Henning Stenberg eina heilsan úr skriftini og eina takkarkvøðu til ringin fyri teirra stóra arbeiði.

Bæði tá ið tað snýr seg um tað, tær gera í missiónshúsinum og ikki minst fyri okkara sjófólk. Hann hevur sjálvur verið sjómaður alt sítt arbeiðslív og dugdi so væl at siga frá, hvussu tað var at fáa jólapakka umborð, tá ið man ikki var heima á jólum, skrivar Trúboðin at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder