Innanlands

Sjómansmissiónin skal hava nýggjan formann

Gunnar K. Nattestad í Sandavági gevst sum formaður fyri landstoyumið hjá Føroysku Sjómansmissiónini

Gunnar K. Nattestad

Gunnar K. Nattestad

2019-11-01 20:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu árini hevur Gunnar K. Nattestad í Sandavági verið formaður fyri landstoymið hjá Føroysku Sjómansmissiónini, og hann leggur nú formanssessin frá sær.

Trúboðin skrivar, at Gunnar K. Nattestad leggur formansessin frá sær um ársskiftið og fer úr landstoyminum eftir sjómanskvinnustevnuna fram móti sumri næsta ár.

Hann gleðist um, at sjómansmissiónin hevur ein so ágrýtnan og dugnaligan trúboðara í Torleifi Johannesen, og at landstoymið er so væl mannað.

Umframt Gunnar eru í landstoyminum Henry Christiansen í Leirvík, Óluva Foldbo í Havn, Sólrun Poulsen í Havn, Jákup Jakobsen á Toftum og Jóhanna Næs í Miðvági.

Væntandi verður nýggjur formaður ella nýggj forkvinna vald/ur í næstum, skrivar Trúðboðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder