Fríggjadagin 15. desembur hevði leiðslutoymið hjá Føroysku Sjómansmissiónini fund, har nógv ymiskt var uppi at venda. Ein broyting í toyminum fór eisini fram.
Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari.
- Tá fundurin var liðugur, takkaði formaðurin, Kári Henriksen, Henry Christiansen, í Leirvík, fyri 15 ár í toyminum. Henry hevur verið bæði trúgvur og drúgvur í leiðsluni, og hevur arbeitt við gleði og ágrýtni.
Henry Christiansen og Kári Henriksen (Mynd: trubodin.fo)
Avloysarin hjá Henry er Bogi Kallsberg. Heimasíðan trubodin.fo lýsir hann sum 52 ára-gamlan familjumann, ið býr á Strondum, og Bogi hevur royndir sum millum annað stýrimaður og skipari.
- Hann arbeiðir hjá Bakkafrosti, men áðrenn tað sigldi hann sum stýrimaður og skipari hjá Mærsk í 18 ár. Bogi er ikki ókendur við arbeiðið hjá Sjómansmissiónini, tí hann hevur vitjað fleiri sjómanskvinnuringar og hevur hjálpt til við Kvinnustevnum.
Henry hevur siglt nógv sum masknmeistari, og tí kann sigast, at skiparin loysir maskinmeistaran av í toyminum.
Leiðslutoymi hjá Sjómansmissiónini: Kári Henriksen, Jákup Jakobsen, Bogi Kallsberg, Johanna Næs, Sólborg í Grund Bøgesvang og Sólrun Poulsen (Mynd: trubodin.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald