Innanlands

Sjónám fær eina millión til trygdarskeið

Tað er ein grunnur hjá A.P. Møller, ið hevur latið stovninum Klaksvík peningin. Føroysk sjófólk noyðast av landinum at taka nøkur skeið, ið skulu nýtast til frálandavinnuni, og tað eru hesi, sum peningurin skal latast til

2022-02-08 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stuðul, ið munar, er nú latin Sjónámi í Klaksvík. Talan eina millión frá A.P. Møller Fonden.

Grunnurin hjá risastóru donsku fyritøkuni hevur latið peningin til tess, at Sjónám kann bjóða fleiri trygdarskeið í frálandsvinnuni.

Hetta skrivar Kringarpið á heimasíðu sínari

Talan er um skeið, ið eru neyðug at taka og endurnýggja fjórað hvørt ár, og sum ikki kunnu takast í Føroyum, og har tey fyrstu vera í seinnu hálvu í 2022.

Sjónám er stovnur, ið fevnir um tað, sum fyrr vóru Klaksvíkar Sjómansskúli og Trygdarmiðstøðin. Hann myndar sjóvinnuútbúgvingarøkið undir leiðsluni á Tekniska skúla í Klaksvík.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder