- Jólahøgtíðin er veitslan hjá børnunum, men ymiskt er hvussu vit uppliva hesa tíð.
Henda lýsing av jólum er hin sama tvær ferðir, seinnu ferð lisin aftanífrá. So ymiskar kunnu kenslurnar vera á jólum. Hoyrdi hetta á fyrsta sinni á Kristiligum Dagblaði.
Latið okkum minnist hetta, og ganga hvør øðrum til handa í komandi døgum.
Soleiðis skrivar Ovi Brim, sóknarprestur í Nes prestagjaldið, undir sínum sjónbandi á Youtube.
Ovi Brim hevur í ár lagt nøkur sjónbond út undir navninum Brimbrot. Hetta er tað tíggjunda í røðini, og tað snýr seg um, hvussu ymiskar kenslurnar kunnu vera um sjálva jólahátíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald