Innanlands

Sjónband: Sum vársól rísur yvir fold

Jan Jacobsen syngur og Hanusi Thomsen spælur í nýggja sjónbandslagnum hjá Trúboðanum. Páskasálmurin er eitt brot úr einari váryrking hjá Grundtvig

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-04-13 19:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trúboðin hevur í samband við páskirnar tikið tveir páskasangir upp, har Jan Jacobsen syngur og Hanus Thomsen spælur. 

Tann fyrri, ið varð lagdur út á Youtube og Trúboðan í gjár, er kendi "Sum vársól rísur yvir fold", ið trubodin.fo skrivar soleiðis um: 

- Sálmurin er eitt brot úr einari váryrking, sum Grundtvig upprunaliga yrkti sum ein kantata til eina páskagudstænastu í Christiansborg Slotskirke í 1846. Í yrkingini er vármorgun og blómandi náttúran við til at tekna eina mynd av blómandi ríki Guds. Tann blómandi vármorgunin verður knýttur saman við páskagleðiboðskapinum, men Grundvig blandar ikki tingini saman við at gera kristindómin til ein náttúruátrúnað. Gleðiligu náttúrulýsingar Grundtvigs verða stuðlaðar av vakra lagnum hjá Emil Hartmann, sum á sín serliga hátt ger mongu myndir Grundvigs livandi í síni yrking.

Í 1928 umsetti J. Dahl sálmin til føroyskt. Hann kann hoyrast omanfyri.

Tekstur: 
Sum vársól rísur yvir fold,
reis Jesus upp úr døkku mold
til lívs, so ei finst líki;
tí skal, alt meðan verøld stár,
nú eftir vetur koma vár
við gleði í Guðs ríki.

Sum fuglamongd í urð og líð
við fagnarljóði alla tíð
hin bjarta várdag boðar,
so tunga hvør, sum syngja kann,
lovsyngur deyðans yvirmann,
tá páskamorgun roðar.

Sum blómur allar fríðka jørð,
sum líðir grønkast, grasið grør,
tá lýkkan kemur blíða,
so blómar alt við Jesus Krist
til fólkagagns og gróðurs vist
nú, og sum tíðir líða.

Grundtvig 1846. J. Dahl 1928.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder