Uttanlands

Sjónbandsgøla í Eysturríki fær varakanslaran at leggja frá sær

Heinz-Christian Strache og hansara flokkur, FPÖ, er komin í sera ringt ljós, og avleiðingarnar eru longu byrjaðar

Hans Cristian Strache legði frá sær í dag (Mynd: EPA)

Hans Cristian Strache legði frá sær í dag (Mynd: EPA)

2019-05-18 12:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heinz-Christian Strache. Talan er ikki um ein heimskendan politikkara, men navnið er seinastu tímarnir vorið nógv meira kent. Strache er formaður í høgravenda nationalista flokkinum FPÖ (frælisflokkinum), og hann hevði verið varakanslari í Eysturríki í eitt og eitt hálvt ár, fram til fyri løtu síðani tá hann legði frá sær.

Orsøkin er eitt sjónband, ið tvey týsk bløð, Süddutche og Spiegel, hava fingið hendur á. Sjónbandið er frá einari veistlu á feriuoynni Ibiza, og hendingin fór fram í 2017 - mitt í valdystinum í Eysturríki. Á sjónbandinum síggjast Heinz-Christian Strache og høgra hond hansara, Joachim Gudenus sum sita saman við einari kvinnu, ið sigur seg vera ríkt handilsfólk og bróðurdóttir ein russiskan oligark.

Kvinnan bjóðar at spýta nógvar pengar í vældystin hjá FPÖ. Hetta innber ólóliga fígging til ein flokk, ið politikkararnir báðir eru áhugaðir í. Strache tosar á sjónbandinum um, hvusus hetta kann verða gjørt. Eisini tosar kvinnan um at keypa meginpartin av partabrøvinum í  Kronenzeitung. Eisini hetta vísir Strache stóran áhuga fyri, og hann vísir á, at hetta kann FPÖ brúka í valdystinum til at skaffa fleiri veljarar; formaðurin sigur m.a. at nøkur av fjølmiðlfólkunum á blaðnum kunnu skiftast út við onnur, ið hella meira til hansara flokk.

Afturfyri hjálpina frá kvinnuni lovar Strache, at tá hann er komin til valdið, so fær kvinnan stórar bíleggingar frá statinum. Alt hetta kann síggjast og hoyrast á sjónbandinum, ið hevur skapt røring í Eysturríki og kring Evropa. Søgan kom fram í gjárkvøldið, og tað vísti seg, at kvinnan var eitt skálkaskjól, ið royndi at seta eina fellu fyri Strache. Fyri hvønn hon arbeiddi, hví sjónbandi er komið út nú, frá hvørju tað er komið frá, og hví og hvussu tey bæði týsku bløðini hava fingið fatur á sjónbandinum og søguni er alt ein gáta.

Nógv tryst er á kanslaranum Sebastian Kurz, ið hevði kreppufund í nátt við leiðsluna í flokki hansara ÖVP, ið samstarvar við FPÖ í samgonguni. Keldur í Eysturríki vilja verða við, at ráðgevararnir mæla til nýval. Heinz-Christian Strache hevur sjálvur tikið avleiðingina, og fyrr í dag segði hann seg úr sessinum sum varakanslari í Eysturríki á tíðindafundi. Hann vísir á, at talan var um fullamannaprát, og at hann ongantíð hevur gjørt ólógligar avtalur ella móttikið pening. Hvat víðari hendur er óvist, men ækæruvaldið er longu farið inn at hyggja eftir, um Strache og Gudenus hava gjørt nakað revsivert. 

Kelda: DR


 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder