Innanlands

Sjóneyka á ósemjurnar í Framtakinum

Dokumentarur um valstríðið hjá Framtakinum verður vístur á DR1 í kvøld. Longu nú sæst hann á netinum

Hallur Hjalmgrímsson Djurhuus og Arnfinn á Birtuni (Skíggjamynd: DR)

Hallur Hjalmgrímsson Djurhuus og Arnfinn á Birtuni (Skíggjamynd: DR)

2019-09-10 18:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dokumentarurin “Fyr en fed på færøsk” verður vístur á DR1 klokkan 20:55 í kvøld, men longu nú sæst hann á heimasíðuni hjá Danmarks Radio.

DR hevur í summar fylgt teimum báðum stovnarunum av Framtakinum, Arnfinni á Birtuni og Halli Hjalmgrímsson Djurhuus, bæði áðrenn valdystin, og eisini meðan valdysturi er í gongd.

Í sendingini verður sjóneyka eitt nú sett á tær nógvu ósemjurnar millum Arnfinn og Hall. Teir báðir hava hvør sítt mál. Hallur brennir fyri at fáa kannabis legaliserað, meðan Arnfinn ynskir at avkriminalisera kannabis.

Teir hava sín máta at gera tingini uppá, og gjørdu valstríðið meira litríkt.

Eisini fylgja vit Arnfinni á valdegnum, tá laka úrslitið gerst greitt. Framtakið fekk bara 312 atkvøður og 0,9 prodent av atkvøðunum, og kom ikki á ting.

Síggj dokumentarin her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder