Mentan

Sjónleikarakvinnan Lynn Cohen deyð

Hon var m.a. kend fyri leiklutin sum húsarhaldskonan Magda í "Sex and the City"

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2020-02-16 15:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sjónleikarakvinnan Lynn Cohen, sum helst er best kend fyri leiklutin sum Magda í "Sex and the City", andaðist fríggjadagin 14. februar, 86 ára gomul.

Tað boðar managarin hjá henni, Josh Pultz, frá. Sambært The Guardian, er enn ógreitt, hvørjum hon doyði av.

Í HBO røðini "Sex and the City", spældi Lynn Cohen at vera húsarhaldskonan og barnagentan hjá sakføraranum Miranda Hobbes (Cynthia Nixon). Hon spældi bæði við í røðini og báðum filmunum.

Lynn Cohen hevur spælt við í nógvum filmum, sjónvarpsrøðum og sjónleikum. M.a. hevur hon spælt við í "Across the Universe", "The Hunger Games: Catching Fire", "The Marvelous Mrs. Maisel" og "Days of our Lives"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder