2019-02-16 17:50
Sveisiski sjónleikarin Bruno Ganz andaðist fríggjakvøldið 77 ára gamal, skrivar TV2.
Bruno Ganz byrjaði sína yrkisleið sum sjónleikari í 1960, og hevur síðani spælt við í nógvum filmum og sjónleikum, m.a. Hamlet og Peer Gynt.
Hann var serliga kendur fyri at hava spælt Adolf Hitler í "Der Untergang", sum kom út í 2004. Filmurin, sum varð tilnevndur ein Oscar, snýr seg um síðstu dagarnar hjá Hitler.
Hann var aktuellur í filminum "The House That Jack Built" hjá Lars Von Trier, sum snýr seg um raðdrápsmannin Jack, har hann spælir tann gátufulli Verge. Filmurin varð frumsýndur í november í fjør.
Bruno Ganz andaðist í heimi sínum í Zürich.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald