Bretski sjónleikarin David Prowse, ið er kendur fyri leiklutin sum Darth Vader í fyrsta Star Wars tríverkinum frá 1977 – 1983, er deyður.
Sjónleikarin, ið hevði verið sjúkur í eitt stytri tíðarskeið, andaðist leygardagin, 85 ára gamal, skrivar Ritzau.
David Prowse spældi Darth Vader í filmunum "A New Hope" (1977), "The Empire Strikes Back" (1980), og "Return of the Jedi" (1983).
Tað var tó ein annar leikari, sum legði rødd til leiklutin – amerikanski leikarin James Earl Jones. Hann hevði eina myrkari rødd, sum filmsframleiðarin George Lucas dámdi betur enn røddina hjá David Prowse.
Sambært BBC hevði David Prowse eisini møguleikan at spæla Chewbacca, men hann valdi heldur Darth Vader, tí "skálkin minnist tú altíð".
David Prowse spældi eisini við í filmum sum "A Clockwork Orange", og sjónvarpsrøðum sum "Doctor Who" og "The Hitchhiker's Guide to the Galaxy".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald