Bretski sjónleikarin Ian Holm Cuthbert, betri kendur sum Ian Holm, andaðist fríggjadagin, 88 ára gamal.
Hann andaðist á sjúkrahúsi við familju og røktarum rundanum seg, sigur agenturin hjá honum sambært Ritzau.
Hann hevur spælt við í nógvum filmum, sjónvarpsrøðum og sjónleikum síðan hann byrjaði sína yrkisleið í 1960unum. Hann er m.a. kendur fyri at hava spælt leiklutin sum Bilbo Baggins (á føroyskum: Bilbo Pjøkin) í "Ringanna Harri" filmunum hjá Peter Jackson, ein leiklut, sum hann vendi aftur til í filmunum um "Hobban", har Martin Freeman eisini spældi Bilbo sum ungur.
Ian Holm í leiklutinum sum Bilbo (Mynd: Ritzau)
Ian Holm hevur vunnið eina rúgvu av heiðurslønum, m.a. eina BAFTA. Eisini varð hann tilnevndur ein Oscar fyri leiklut sín í filminum "Chariots of Fire" í 1981.
Ian Holm varð føddur í Essex í Onglandi tann 12. september 1931 á einum psykiatriskum sjúkrahúsi har pápi hansara var psykiatari og mamma hansara var sjúkrarøktarfrøðingur.
Á privatskúlanum, sum hann gekk á sum barn, varð hann útsettur fyri happing, og leitaði hann sær friðskjól í áhuganum fyri drama og sjónleiki.
Sum ungur spældi hann við í einari rúgvu av Shakespear-leikum. Fyrsti filmsleiklutur hansara var í "The Fixer" í 1968, og hann náddi at spæla við í fleiri enn 90 filmum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald