Mentan

Sjónleikarin Ron Leibman deyður

Hann var mest kendur fyri at spæla pápi Rachel í sjónvarpsrøðini "Friends". Hann andaðist í gjár orsakað av lungnabruna.

Ron Leibman í

Ron Leibman í "Friends" (Mynd: NBC)

2019-12-07 13:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski sjónleikarin Ron Leibman, andaðist í gjár, 82 ára gamal.

Ron Leibman hevur gjøgnum árini havt nógvar ymiskar leiklutir, men enn er hann mest kendur fyri at spæla við í "Friends".

Í vælumtøktu amerikonsku sjónvarpsrøðini, spældi hann pápi Rachel, Dr. Leonard Green. Har spældi hann við í fýra pørtum í árunum 1996 - 2004.

Ron Leibman hevur eisini spælt við í øðrum vælumtóktum røðum sum "Law & Order" og "Murder She Wrote", og hevur hann vunnið fleiri heiðurslønir.

Sambært TV2 doyði hann av lungnabruna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder