
Hann byrjaði longu tá filmur var svart-hvítur og tá filmur veruliga mátti síggjast í biohøllunum. Mikukvøldið doyði amerikanski sjónleikarin, Kirk Douglas, 103 ára gamal.
Tað váttaði sonurin, sjónleikarin Michael Douglas, á Instagram.
- Tað er við stórari sorg, at eg og brøður mínir mugu boða frá, at Kirk Douglas fór frá okkum í dag. Fyri heimin var hann ein legenda, ein sjónleikari frá gyltu tíðini hjá Hollywood, ið livdi langt inn í síni gyltu ár. Ein góðgerðarmaður, hvørs stríð fyri rættvísi og teimum málum, hann trúði uppá, var fyrimynd fyri okkum onnur at miða eftir.
- Men fyri okkum brøður var hann bara ein pápi. Fyri Catherine (Catherine Zeta-Jones, red.) var hann ein góður verfaðir, fyri abbabørn og langabbabørn var hann ein fittur abbi, og fyri konuna ein góður maður, skrivar 75 ára gamli Michael Douglas.
Fyrsti filmur Kirk Douglas spældi við í var ”The Strange Love of Martha Ivers” frá 1946. Fleiri minnast helst ”Spartacus” og ”Champion”, fyri hvørs leiklutir hann varð tilnevndur ein Oscar.
Serliga í fimmti- og sekstiárunum var hann við í fleiri stórum Hollywood framleiðslun, bæði cowboy- og krígsfilmum. Tilsamans spældi hann við í 90 filmum, áðrenn hann í 2011 gavst sum sjónleikari.
Hann fekk ongantíð nakran Oscar fyri sítt avrik, men fekk í 1996 ein heiðurs-Oscar fyri síni 50 ár í filmsvinnuni.
Kirk Douglas varð giftur tvær ferðir, og hevði fýra børn. Kendast av teimum er sonurin Michael Douglas, sum hevur havt stórar leiklutir í filmum sum ”Fatal Attraction” og ”Wall Street”.
Kona Kirk Douglas, Anne Buydens, er 100 ára gomul. Í 2014 kundu tey hátíðarhalda diamantbrúdleyp saman.
Les eisini: Kirk Douglas 100 ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald