Í februar 2020 fekk danska Britta Nielsen seks og eitt hálvt ára fongsul fyri at svika danska statin fyri 117 milliónir krónur, og nú verður sjóvarpsrøð gjørd um hana.
Tað er framleiðslufelagið SAM productions við Adam Price á odda, sum skal framleiða røðina í samstarvi við TV2. Adam Price, sum m.a. er kendur fyri DR-røðina "Borgen", sigur, at hann gjørdist hugtikin av málinum.
Talan er um eina fiktiónsrøð í fýra pørtum, sum fær heitið "Britta", og væntandi verður tikin upp í 2025. Røðin fer at snúgva seg um umfatandi revsimálið móti Brittu Nielsen, skrivar Ritzau.
Britta Nielsen starvaðist hjá danska Socialstyrelsen, og í tíðarskeiðnum 1993 – 2018 peningin frá stýrinum til sín sjálvs. Børn hennara vórðu í 2022 eisini dømd fyri at hava fingið tilsamans 51 milliónir krónur av stolnu pengunum, og fingu tey millum tvey og fýra ára fongsul í part.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald