Ársins Faroe Pride verður sett av kenda danska sjónvarpsvertinum Hans Pilgaard, sum m.a. hevur verið og er vertur fyri sjónvarpssendingarnar "Hvem vil være millionær", "Go'aften Danmark", ”Hos Hans”, ”Lige i skabet”, ”Venner for livet”, ”Den store klassefest” og "Sæt pris på Danmark".
Umframt at vera sjónvarpsvertur og journalistur, so hevur Hans Pilgaard eisini skrivað ævisøguna ”Støj og fortielser", har hann opið og erligt lýsir sítt privatlív, sína yrkisleið og lívið sum samkyndur maður.
Vælumtókti sjónvarpsverturin er eisini stórur Føroyavinur og hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir áður. Eitt nú varð ein partur av sjónvarpsrøðini "Sæt pris på Danmark" upptikin í Føroyum og sýndur á TV2 herfyri. Vælumtókti sjónvarpsverturin er giftur við Jobbe Pilgaard, som eisini verður við á ferðini til Føroyar. Faroe Pride 2019 verður sum vanligt á skránni 27. juli í Tórshavn.
Síðstu árini hevur Faroe Pride drigið nógv ymisk navnfram føroysk og útlendsk fólk til sín. Eitt nú kann nevnast Rufus Gifford, fyrrverandi amerikanskur sendiharri, Jóhanna Sigurðardóttir, fyrrverandi forsetisráðharri í Íslandi, Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavn, Jón Gnarr, fyrrverandi borgarstjóri í Reykjavík, Marjum Bæk, prestur og Kinna Poulsen, listaserfrøðingur og ummælari. Harumframt hava flestu føroyskir tónleikarar luttikið og spælt til árligu Pride konsertina.
Fyrireikningarnar til stóra tiltakið eru annars farnar í gongd, nú tað í ár er tíggindu ferð, at LGBT Føroyar, rørslan til frama fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd í Føroyum, skipar fyri Faroe Pride.
Í ár eru samstundis hálvthundrað ár liðin síðani Stonewall uppreisturin í New York, sum varð byrjanin til altjóða LGBT rørsluna, soleiðis sum vit kenna hana í dag. Árið eftir var allarfyrsta Pride skrúðgongan gingin í New York. Í dag verður árliga skipað fyri Pride tiltøk kring allan heimin – og fyri tíggindu ferð eisini í Tórshavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald