2021-01-23 15:08

Amerikanski sjónvarpsverturin Larry King er deyður, 87 ára gamal.
Hann andaðist leygarmorgunin í Los Angeles, upplýsir framleiðslufyritøka hansara, Ora Media.
Sambært fleiri miðlum hevði Larry King verið innlagdur á sjúkrahúsi við covid-19. Hann hevur eisini havt trupulleikar við heilsuni í fleiri ár, m.a. orsakað av diabetes. Í 2019 fekk hann eisini slag, sum hann var nær við at doyggja av.
Larry King byrjaði at arbeiða sum miðlafólk í 1957. Hann er m.a. kendur fyri CNN-sendingina "Larry King Live", sum koyrdi í sjónvarpinum í 25 ár.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald