Uttanlands

Stjórnarskifti í Álandi

Flokkurin Centern gjørdist stóri vinnanin á løgtingsvalinum - tað eydnaðist ikki Maiken Poulsen Englund úr Havn at verða vald

Veronica Thörnroos

Veronica Thörnroos

2019-10-21 16:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stjórnarskifti verður í Álandi eftir løgtingsvalið ígjár.

Sitandi landsstýri í Álandi fekk ikki nakað gott val, tá álendingar valdu nýtt løgting í gjár. Stjórnarberandi flokkarnir, Liberalerna, Socialdemokraterna og Moderaterna ginngu allir aftur.

Stóri vinnarin var miðflokkurin Centern, sum vaks við tveimum tinglimum og fór frá 7 upp í 9.

Tað verður nú upp til forkvinnuna hjá Centern, Veronica Thörnroos, at skipa nýtt borgarligt landsstýri í álandi.

Úrslitið var álendska løgtingsvalinum var, at Centern fekk 9 tinglimir, Liberali flokkurin fekk 6 (-1), Moderat Samling fekk 4 (-1), Obunden Samling fekk 4 (+1), Sosialdemokratarnir 3 (-2), Hållbart Initiativ 2 (+2), Ålands Framtid 1 (-1) og Åländsk Demokrati 1 (0)

Undanfarna valskeið hevur Katrin Sjögren úr liberala flokkinum staðið á odda fyri álendska landsstýrinum.

Eftir úrslitið í gjárkvøldið stóð greitt, at tað verður Centern, sum nú skal standa á odda fyri nýggjari stjórn.

Bæði Centern og Obunden Samling høvdu framgongd, og roknað verður við, at hesir flokkar nú fara at standa á odda fyri nýggju samgonguni, møguliga saman við nýggja flokkinum, Hållbar Framtid, sum fekk tveir tinglimir.

Eygleiðarar siga, at valið vísir greitt á ónøgd millum veljararnar til núverandi landsstýri. Eitt nú er ósemja um eina ætlan hjá landsstýrinum at umskipa kommunubygnaðin í Álandi.

[object Object]Maiken Poulsen Englund

Maiken Poulsen Englund ikki vald
Ein føroyingur stillaði upp til valið í gjár. Maiken Poulsen Englund úr Havn stillaði upp fyri flokkin Ålands Framtid, bæði til løgtings- og til kommunuvalið í Lemland kommunu, har hon býr.

Men tað eydnaðist henni ikki at verða vald. Ålands Framtid, ið er tað nærmasta ein sær einum tjóðskaparflokki í Álandi, fór í helvt, úr tveimum niður í ein tinglim.

Maiken fór til val eitt nú við at brúka Føroyar sum fyrimynd. Hon ynskir at styrkja álendska sjálvstýrið við at fara frá at vera eitt ’landskap’, nærmast at líkna sum eitt amt, til at vera eitt ’land’ við størri sjálvsavgerðarrætti. Ein annar høvuðsboðskapur hjá henni hevur verið at varðveita Áland sum eitt øki, har svenskt er høvuðsmálið.

- Tað týdningarmesta er at boðskapurin kom fram, og eg havi fingið nógvar jaligar afturmeldingar, eisini frá øðrum flokkum, skrivar Maiken Poulsen Englund á Facebook í dag í síni tøkk til tey, ið atkvøddu fyri henni.
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder