
Tvær stórar útstykkingar við tilsamans 52 grundstykkjum vórðu gjørdar á Strondum í 2019. Hesi stykkini vórðu seld eftir stuttari tíð, og síðani hava bert hendinga stykki verið til sølu.
Eftirspurningurin eftir grundstykki í Sjóvar kommunu er tó ógvuliga stórur, og sambært Sjóvar kommunu koma áheitanir dagliga frá fólki, sum ynskja at keypa eitt stykki í kommununi.
- Ásannandi, at galdandi skipan fyri at fáa grundstykki í Sjóvar kommunu er heldur trek, er avgerð tikin um, at møguleiki skal vera fyri at seta seg á bíðilista til tey stykki, sum koma inn aftur til kommununa.
Hetta skrivar kommunan á heimasíðu sínari, har til ber at lesa allar treytirnar, ið fylgja við at vera á listanum, ið til ber at koma á frá 3. januar 2022.
Ein av teimum er, at tá eitt grundstykki er tøkt, verður teldupostur sendur tí fyrsta á listanum, og at um tað ikki verður svarað aftur innan tveir dagar, fer tað víðari til tann næsta á listanum. Tá umsøkjari hevur fingið tríggjar møguleikar fyri at fáa grundstykki, men ikki hevur tikið av, verður viðkomandi settur aftast á listan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald