Innanlands

Sjóvar kommuna sett tvær milliónir av til at fyrireika hallarbygging

Samanlagt skulu íløgur gerast fyri beint yvir 22 milliónir krónur í 2022, sambært samtyktu fíggjarætlanini

Eitt samansett vinnu- og íbúðarbygging skal gerast á í Selvindsbø við tunnilsmunnan

Eitt samansett vinnu- og íbúðarbygging skal gerast á í Selvindsbø við tunnilsmunnan

2021-11-30 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kommunustýrið fyri Sjóvar kommunu samtykti á fundi í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2022.

Skattaprosentið í kommununi verður óbroytt - 21 prosent - og barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur, 7.000 krónur, boðar kommunan frá.

Nógvar íløgur skulu gerast. Samanlagt er tað fyri 22,2 milliónir, og ætlanin er millum annað at gera eitt ungdómshús, eitt nýtt øki við tunnilsmunan (Eysturoyartunnilin) og nóg mikið av grundøkjum til at nøkta stóra tørvin, sum er at seta búgv í kommununi. 

Niðast í yvirlitinum yvir ætlaðu íløgurnar stendur: 

- Ásannandi, at vit hava brúk fyri eini ítróttarhøll, hevur kommunustýrið sett 2 milliónir kr. av til at byrja fyrireikingar til at byggja eina høll á Strondum.

Hesar báðar milliónirnar eru ikki settar av til møguliga stórhøll, men til eina "vanliga ítróttarhøll", ið Strendur ongantíð hevur havt.

Nevnda yvirlitið sæst á sjovar.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder