Innanlands

Sjóvar kommuna vil rinda 30 prosent av stórhøllini

Treytin er, at landskassin kemur við írestandi 70 prosentunum

2020-06-26 15:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sjóvar kommuna er sinnað at rinda 30 prosent av kostnaðinum av eini altjóða høll á Strondum um so er, at landið er sinnað at rinda tey restandi 70 prosentini.

Kommunustýrið í Sjóvar kommunu viðgjørdi í gjár ætlanina at byggja altjóða høll beint við nýggja tunnilsmunnan á Strondum. Umboð úr arbeiðsbólkinum vóru við á fundinum og greiddu frá ætlanunum, og vildu hava at vita, um kommunustýrið var sinnað at vera ein partur av hesi ætlan.

Kommunustýrið metir verkætlanina at vera sera áhugaverda, og tekur fult undir við ætlanunum, og játtaði seg at vera ein partur av tilgongdini, skrivar Sjóvar kommuna í tíðindaskrivi í dag.

Samlaða íløgan verður umleið 120 milliónir krónur, og Sjóvar kommuna hevur fíggjarliga orku og vilja til at fara undir hesa verkætlan, treytað av at landspolitikarin eisini vil játta pening.

- Vit hugsa okkum eitt býti, har ið Sjóvar kommuna rindar 30 prosent og landið rindar 70 prosent, skrivar kommunan og leggur afturat:

- Vit hava økið klárt, tætt við tunnilsmunnan til Eysturoyartunnilin, og um rætt verður borið at, so kann høllin helst vera klár at taka í nýtslu á sumri 2022.

Høllin skal vera góðkend til hýsa altjóða dystum og kappingum, bæði hondbólti og øðrum ítróttargreinum, soleiðis at føroyska hondbóltslandsliðið kann spæla altjóða heimadystir í Føroyum.

Hetta fer at betra um karmarnar fyri ítróttini við Skálafjørðin og í øllum Føroyum.

Sjálv høllin verður sjálvandi sniðgivin, soleiðis at hon tekur seg væl út og passar til staðsetingina, samstundis sum innrættingin fer at geva møguleika fyri fleiri ítróttargreinum og mentanarligum tiltøkum.

Høllin skal eisini kunna nýtast til ráðstevnur og framsýningar av ymsum slagi, eins og møgulig vinna eisini kann hugsast at vera ein partur av samlaðu verkætlanini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder