Innanlands

Sjóvarmál 2020 komið

Ársritið hjá Havstovuni, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum seinasta árið, er nú komið

2020-12-19 15:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ársritið hjá Havstovuni, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum seinasta árið, er nú komið. Nakrir fastir tættir eru, so sum ymiskar tíðarseriur og lýsing av verkætlanum, sum eru í gongd just nú.

Eisini er skrivað um nýggja rannsóknarskipið Jákup Sverra, um slánar inni við land, um ferðingarmynstrið hjá skrápi, um hvussu havið fløðir – eisini kring Føroyar og annað forkunnugt.

Sjóvarmál 2020 kann lesast sum pdf’ur her ella fáast sum bóklingur við at venda sær til Havstovuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder