Uttanlands

Sjóverjan á Malta yvirtikið flóttafólkaskip

Flóttafólkini yvirtóku skipið eftir at tey vórðu bjargað í Miðjarðarhavinum

El Hiblu 1 (Savnsmynd)

El Hiblu 1 (Savnsmynd)

2019-03-28 07:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sjóverjan á miðjarðarhavsoynni Malta hevur yvirtikið eitt turkiskt farmaskip, sum í gjár varð rænt av flóttafólkum.

Skipið verður nú fylgt til lands, upplýsa myndugleikarnir á Malta.

Ein talsmaður sigur fyri blaðnum Malta Today, at tey fingu samband við skipið áðrenn tað kom í maltesiskan sjógv. Her upplýsti skiparin, at hann ikki longur hevði leiðsluna á skipinum, tí hann og manning hansara vórðu hótt av fleiri flóttafólkum at sigla skipið, El Hibru 1, í havn í Malta.

Hetta hendi eftir at turkiska skipið, sum var á veg úr Turkalandi til Libya, hevði bjargað flóttafólkunum til havs út fyri libysku strondina. Tá flóttafólkini ansaðu eftir, at ætlanin var at sigla tey aftur til Tripoli, yvirtóku tey eftir øllum at døma skipið og noyddi tað at sigla móti Evropa, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder