- Tað er okkum til stóra gleði, at Sjúkrahúsið aftur í ár er partur av mentanarnáttini á Tvøroyri.
Soleiðis stendur á heimasíðuni hjá Tvøroyar kommunu.
- Frá kl. 16:00 – 18:00 er fysiurgiska deild karmur um framúr væl umtóktu “bamsuskaðastovuna”. Tiltakið var eisini í fjør og tá var tað so mikið væl umtókt, at starvsfólkini næstan ikki megnaðu at fylgja við. Í ár hava tey kallað eyka manning inn, so at allar neyðars bamsurnar kunnu verða kannaðar og fáa neyðugu viðgerðina. Starvsfólkini gleða seg til at heilsa uppá børnini og vóna at tey fáa ein góðan dag.
Umframt bamsuskaðastovuna, verður, eins og seinastu tvær mentanarnæturnar, eisini møguligt at fara ein túr "handan gerandisdagin" á Suðuroyar sjúkrahúsi. Har fær ein møguleikan at síggja sjúkrahúsið frá einum øðrum sjónarhorni saman við staðkønum frásøgufólki. Tann túrurin byrjar klokkan 20.30 við innkoyringina.
Mentanarnáttin á Tvøroyri verður 31. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald