Innanlands

Sjúkrahúsið skuldi ikki hokna undan - nú skal eingin blíva sjúkur yvirhøvur

Hjalmar Hvítklett, nevndarformaður í Country- og bluesfestivalinum, eftirlýsir greiðan boðskap frá landsstýrinum. Hann heldur, at politiski myndugleikin kemur við tilmælum uttan at greiða fólkinum frá, hvat ætlanin er, nú stórur partur longu er koppsettur

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-31 21:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var fyrr í dag, at tað gjørdist greitt at Sørvágs Country- og bluesfestivalur, sum skuldi vera 11. og 12. juni, ikki verður hildin í ár.

Við teimum tilmælunum, sum eru, ber ikki til at halda festivalin, siga stigtakararnir.

Hjalmar Hvítklett, nevndarformaður í Country- og bluesfestivalinum, eftirlýsir greið boð frá landsstýrinum.

- Vit, sum arbeiða innanfyri mentan, hava eftirspurt vegleiðingum. Einki er komið yvirhøvur síðani korona byrjaði. Tað einasta er tilmæli, um hvussu nógv kunnu samlast ella ikki, sigur Hjalmar Hvítklett við FM1.

Hann spyr eisini hvat politiski myndugleikin vil, og førir fram, at um ætlanin er, at eingin skal gerast sjúkur, fer tað at taka tvey til fýra ár.

- Nú man hevur valt at vaksinera eina heila tjóð, og vit hava framvegis tilmælir. Hvussu skal samfelagið opna? Tá korona byrjaði skuldu tilmælini hjálpa sjúkrahúsverkinum, so tað ikki blivu ov nógv innløgd, og tíbetur hendi tað ikki í Føroyum. Men nú eru grundgevingarnir at eingin skal verða smittaður yvirhøvur. Er tað rætt? Hvat ætla teir at gera, sigur ein ørkymlaður nevndarformaður.

- Eg haldi at farsóttarnevndin og landsstýrið skylda føroysku tjóðini at koma við einum útspæli. Hvat hendir nú tá meginaprturin er vaksineraður. Man fær bara einki at vita. Eg haldi teir skylda samfelagnum at koma út við, hvussu hetta skal vera framyvir, sigur Hjalmar Hvítklett við FM1.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder