55 palestinskir fangar eru leyslatnir úr ísraelskum fongslum, harímillum stjórin í al-Shifa sjúkrahúsinum í Gaza, Muhammad Abu Salmiya, sum hevur sitið inni í sjey mánaðir, skrivar m.a. Times of Israel.
Orsøkin til leyslatingina sigst at vera plásstrot í fongslunum.
Undir krígnum hevur Ísrael framt fleiri atgerðir móti al-Shifa sjúkrahúsinum, sum nú verður sagt at vera óbrúkiligt sum sjúkrahús. Áðrenn kríggið var tað størsta sjúkrahúsið í Gaza, skrivar Ritzau.
Sambært ísraelska herinum hevur Hamas brúkt sjúkrahúsið sum herleiðslustøð, og tí varð m.a. sjúkrahússtjórin handtikin. Ísrael vil m.a. eisini vera við, at Hamas hevði vápn á sjúkrahúsinum og helt gíslar har.
Muhammad Abu Salmiya sigur, sambært ísraelska miðlinum Haaretz, at fangar verða píndir í ísraelsku fongslunum, og at har eru læknar og onnur heilsustarvsfólk, sum framvegis verða afturhildin, og sum hava tørv á viðgerð.
Finnast at leyslatingini
Fleiri ísraelskir ráðharrar eru ónøgdir við leyslatingina av sjúkrahússtjóranum. Eisini Benny Gantz, formaður í National Unity, sum í juni tók seg úr ísraelska krígsráðnum orsakað av ósemju um framtíðina hjá Gazageiranum. Hann heitir á ísraelsku stjórnina um at leggja frá sær.
Ein stjórn, sum leyslatir tey, sum vardu drápsmenninar frá 7. oktober og hjálptu við at fjala gíslar, hava gjørt eitt moralskt og etiskt mistak og eru ikki egnað stýra krígnum, sigur hann m.a.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald