Innanlands

Sjúkrahúsverkið: Betri møguleikar at lata seg kanna í dag

Sjúkrahúsverkið hevur víðkað upplatingartíðirnar fyri koronukanningar á øllum kanningarstøðunum í dag

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-24 10:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú koronasmittan aftur er farin at gera um seg í Føroyum, eru nógv, sum ynskja at lata seg kanna, og tí hevur Sjúkrahúsverkið víðkað upplatingartíðirnar fyri koronukanningar á øllum kanningarstøðum í dag.

Sjúkrahúsverkið boðar frá, at í dag, annan hvítusunnudag, verður kannað hesar tíðir:

  • Í Klaksvík: 8.00 – 12.15
  • Í Havn: 17.00 - 19.30
  • Í Trongisvági: 8.00 – 10.00 & 13.00 - 14.00
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder