Løgtingið samtykti í gjár, at tað er Sjúkrahúsverkið, sum metir um og ger av, hvussu nógvum starvsfólki tørvur er á so sjúklingatrygdin ikki kemur í vanda
Við 19 fyri og 7 í móti samtykti løgtingið í gjár, at Sjúkrahúsverkið skal meta um og gera av, hvussu nógvum sjúkrarøktafrøðingum tørvur er á.
Limirnir hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum fáa boð frá Sjúkrahúsverkinum, hava skuldu at fara til arbeiðis beinanvegin og at fylgja sáttmálanum millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, sum var galdandi frá 1. oktober 2019 til 1. januar 2023.
Er felagið hjá sjúkrarøktafrøðingunum ikki samt við eina avgerð hjá Sjúkrahúsverkinum, kann felagið leggja málið fyri eina nevnd, sum ger av, um undantakið er neyðugt at tryggja, at sjúklingatrygdin ikki kemur í vanda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald