
Fyri tveimum vikum síðani heitti Sjúkrahúsverið á øll, sum hava ørindi á sjúkrahusunum um at brúka masku fyri munn og nøs, og boðað varð eisini frá, at vitjandi skuldu gera eina avtalu við deildina frammanundan, og hetta er framvegis galdandi.
Í fráboðan í dag sigur Sjúkrahúsverkið eisini, at øll, sum koma á sjúkrahúsið skulu kunna vísa á koppseting ella negativa koronukanning, ið ikki er eldri enn 48 tímar.
Sjúklingar, sum koma á sjúkrahúsið til viðgerð, venjing ella annað fleiri ferðir um vikuna, skulu eisini screenast fyri koronu eina ferð um vikuna, umframt at heitt verður á teir um at vera varnir úti í samfelagnum.
Annars minnir Sjúkrahúsverkið á øll um at halda vanligu tilmælini um frástøðu og reinføri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald