Innanlands

Sjúkrahúsverkið tillagar virksemi

Stóra smittuspjaðingin hevur nú við sær, at tiltøk verða sett í verk á teimum trimum sjúkrahúsunum. Hetta ávirkar planlagt skurðvirksemi og ymsar kanningar, og neyðugt er við negativum kanningum og masku til ymisk ørindi á sjúkrahúsinum

2021-11-02 13:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stóra smittuspjaðingin hevur nú við sær, at tiltøk verða sett í verk á teimum trimum sjúkrahúsunum. Millum annað verða avmarkingar gjørdar í planløgdu skurðviðgerðunum, og frameftir verða øll, ið hava ørindi á sjúkrahúsunum, biðin um at vera í masku.

Sjúkrahúsverkið ger nú ymsar tillagingar í virkseminum vegna støðuna við koronu. Avgerð er tikin um at avmarka tær elektivu skurðviðgerðirnar á øllum trimum sjúkrahúsunum. Endamálið er at fáa fleiri hendur til at taka sær av sjúklingum við koronu og fáa til vega fleiri seingjarpláss.

Hetta merkir, at alt planlagt skurðvirksemi, ið ikki er akutt - og sum krevur seingjarpláss - verður útsett. Dagskurðviðgerðir halda fram sum vanligt, og tey sum skulu viðgerast skulu hava eina feska negativa koronukanning við.

Eisini eru tað fleiri, ið skulu hava eina negativa koronukanning, sum ikki er eldri enn 48 tímar, við, tá ið tey koma til kanningar ella viðgerð. Tey eru sjúklingar, sum skulu til elektivar skurðviðgerð ella skopi-kanningar - hetta umfevnir børn - og ambulantir sjúklingar, sum skulu til lungafunktiónskanning.

Verið í masku fyri munn og nøs
Sjúkrahúsverkið heitir samstundis á øll, ið hava ørindi á sjúkrahúsinum, at vera í masku fyri munn og nøs. Eisini tey, ið skulu koppsetast skulu vera í masku.

Avmarkingar eru framvegis galdandi fyri avvarðandi og onnur, sum ætla sær at vitja deildunum. Heitt verður á avvarðandi hjá innløgdum sjúklingum á øllum trimum sjúkrahúsunum, at avmarka vitjan so vítt til ber, meðan smittutølini í landinum eru høg.

Vitjandi skulu ringja til deildina, áðrenn tey koma og hesa vikuna skulu øll vitjandi vera í masku, meðan vitjað verður. Vitjandi, sum ikki eru koppsett og hava verið uttanlands, skulu hava negativa COVID-19 kanning at vísa á, áðrenn tey koma at vitja á sjúkrahúsunum.

Sjúkrahúsverkið/corona.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder