Innanlands

Sjúkrarøktarfrøði: Munandi færri umsóknir enn í fjør

32 vilja byrja í vetur. Umsóknarumfarið hesaferð hevur verið órógvað av verkfallinum, sum var á fakøkinum beint sum skuldi lýsast skuldi við vetrarupptøkuni. Hetta skrivar Setrið

2023-12-07 14:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talið á umsóknum til lestrarpláss á sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetrinum er fallið munandi samanborið við seinasta vetur.

Tá umsóknarfreistin 1. desember var av, vóru 32 umsóknir komnar inn til sjúkrarøktarfrøði, samanborið við 55 umsóknir somu tíð í fjør.

Hetta skrivar Setrið á heimasíðu sínari.

Hetta er triðja árið, at tað er gjørligt at byrja at lesa sjúkrarøtarfrøði á Fróðskaparsetrinum um veturin.

Tað skal vera við til at fáa fleiri sjúkrarøtarfrøðingar í Føroyum, men hesaferð er kappingin um plássini ikki so hørð: 25 lestrarpláss eru tøk hesa lestrarhálvuna á sjúkrarøktarfrøði, har lestrarbyrjan er 29. januar.

- Lestrarskrivstovan viðger nú, hvussu mangar av teimum innkomnu 32 umsóknunum eru skikkaðar, og tey fáa so tilboð um lestrarpláss. Í fyrru helvt av januar verður greitt, hvussu mong taka av lestrarplássi, og eru tøk pláss tá av teimum 25, sum eru, verða tey lestrarplássini lýst leys at søkja.

Heimasíðan setur.fo skrivar til síðst, at langa verkfallið í vetur allarhelst hevur gjørt sítt til, at áhugin at søkja er nógv minkandi.

- Umsóknarumfarið hesaferð hevur verið órógvað av verkfallinum, sum var á fakøkinum, beint sum Setrið skuldi lýsa við vetrarupptøkuni. Um og hvussu nógv tað hevur ávirkað umsøkjaratalið, er ilt at meta um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder