Tað er hjá sjúkrarøktafrøðingunum og fakfelagsforkvinnuni Óluvu í Gong, at samhugin hjá einum meiriluta av Føroya fólki liggur, vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin og Blaðið Vikuskifti.
Spurningurin er partur av veljarakanning, sum varð gjørd í gjárkvøldið, og sum verður kunngjørd í Blaðnum Vikuskifti leygarmorgunin klokkan 7.
Spurt var "Hvør parturin í sáttmálatrætuni millum Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið hevur tín samhuga?".
63 prosent svara, at samhugin er við Felagnum føroyskir Sjúkrarøktafrøðingar, 17 prosent hava samhuga við Fíggjarmálaráðnum, meðan 20 prosent siga seg ikki vita.
Um hugt verður eftir kynsbýtinum, eru tað 69 prosent av kvinnum og 58 prosent menn, sum hava samhuga við sjúkrarøktarfrøðingunum. Bara 11 prosent av kvinnunum og 22 prosent av spurdu monnunum hava samhuga við Fíggjarmálaráðnum.
Verkfallið hjá Felagnum føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur mánadagin vart í seks vikur.
500 fólk vórðu spurd í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin og Blaðið Vikuskifti hóskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald