
Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er nú farið inn í triðju vikuna uttan at nakað røkist fyri eini semju millum Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og lønardeildina undir Fíggjarmálaráðnum.
Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum tekur nú nýggj stig í ósemjuni. Í fráboðan á heimasíðuni í dag boðar felagið frá, at tey nú fara at krevja gjald fyri undantøkini, sum verða givin frá fráboðaðu verkfalstiltøkunum á sjúkrahúsunum.
- Vit hava fíggjarligu orkuna at vera í verkfalli í fleiri ár, men kunnu sjálvandi ikki góðtaka, at landsstýrið brúkar verkfallið til at flyta rakstrarútreiðslur úr landskassanum yvir í okkara kassa. Tí hava vit í dag avgjørt, at øll undantøk, ið verða givin, hava eitt avgjald, ið fer til at fíggja útreiðslur í samband við verkfallið, skrivar Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á heimasíðuni.
Sambært heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum, er kravið eitt avgjald á 200 krónur pr. lim pr. tíma. Sum verkfalsstøðan er í løtuni, svarar hetta til 80.000 krónur um samdøgrið.
- Sjúkrahúsverkið hevur ikki heimild at gjalda pening fyri verkfallið til felagið sum kompensatión fyri undantøk til akuttu tilbúgvingina. Tí eru umleið 15 tænastumenn í sjúkrahúsverkinum kallaðir inn á vakt. Hetta er tó als ikki forsvarligt, tí tænastumenninir verða noydd at taka yvir arbeiðsøkir, tey onki kenna til. Lív og heilsa hjá sjúklingum er tí sett í váða, og leiðslan í Sjúkrahúsverkinum kann tí als ikki góðtaka, at onki verður gjørt við støðuna.
- Vit vilja tí staðiliga heita á partarnar um at fara aftur til samráðingarborðið ella at politiska skipanin tekur um endan. Tað er óhoyrt fyri eitt framkomið samfelag at enda í slíkari óforsvarligari støðu, skrivar Landssjúkrahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald