Innanlands

Sjúkrarøktarfrøðingar latið álit um dygdargóða heilsutænastu

Avbjóðingin er m.a. at gera tað áhugavert hjá heilsufólki at velja eldraøkið sum yrkisleið og at minka um ‘ageism’ – diskriminatión av eldri

Jónvør Christiansen og Sunnuva á Lakjuni,  her saman við Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra í Almannaráðnum

Jónvør Christiansen og Sunnuva á Lakjuni, her saman við Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra í Almannaráðnum

2022-01-17 17:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggi landsstýrismaðurin við almannamálum, Sólvit E. Nolsø hevur í dag fingið eitt álit frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um skipan av dygdargóðum heilsutænastum í primera geiranum.

Tað vil siga, landsstýrismaðurin kundi ikki sjálvur vera til staðar, og tí var tað Eyðun M. Hansen, aðalstjóri á Almannamálaráðnum, sum tók í móti álitinum, og bar eina heilsan frá landsstýrismanninum.

Álitið frá teimum báðum, Sunnuva á Lakjuni, sjúkrarøktarfrøðingi og master í fólkaheilsuvísindum, og Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingi og master í avanseraðari, kliniskari, geriatsiskari sjúkrarøkt, hevur ligið klárt í eina tíð.

Avtalað hevur verið í fleiri førum at skipað fyri eini handan av álitinum, men fýra ferðir er hetta útsett, eitt nú orsaka av korona, men eisini tí landsstýrisfólkið varð skift út.

Í dag varð tiltakið so hildið í Smæruni hóast tað ikki bar til hjá landsstýrismanninum at vera til staðar.

Minka um mismun av eldri
Í niðurstøðuni í álitinum stendur m.a. soleiðis:

“...víst (er) á tørvin á fakkunnleika í gerontologi og geriatri og týdningin at økja tilvitið um teir tættir, sum minka um ageism – diskriminatión av eldri. Við støði í hesum tilmæli og samgonguskjalinum (2019-2023) mæla vit til, at faklig krøv skulu setast til starvsfólk á eldraøkinum og heita tí á politiska myndugleikan beinanvegin at taka neyðug stig til at gera eina miðvísa ætlan fyri fakligari menning av økinum og taka henda týdningarmikla partin við í endurskoðanina av eldraøkinum.

Ein miðvís ætlan fyri fakligari menning kundi bøtt um avbjóðingina við rekruttering av skikkaðum starvsfólki og gjørt tað áhugavert hjá vælútbúnum heilsustarvsfólki at valt eldraøkið sum yrkisleið.

Sjúkrarøktarfrøðingar eru størsti fakbólkur í øllum heilsuverkinum og hava ein lyklaleiklut, tá ið ræður um at veita heilsutænastur. Tað verður tørvur á  fleiri sjúkrarøktarfrøðingum at loysa framtíðar avbjóðingar í primera geiranum, og sum vit hava víst á, loysir tað seg at gera íløgur í at útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar...”

Álitið kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder