Innanlands

Sjúkrarøktarfrøðingar tvungnir aftur til arbeiðis

Við triðju viðgerð samtykti løgtingið at neyðug undatøk verða sett í gildi aftur í Sjúkrahúsverkinum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-02 20:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

19 fyri og sjey ímóti í triðju og seinastu viðgerð. Harvið er uppskotið sum løgtingið hevur viðgjørt í allan dag, samtykt, og sjúkrarøktarfrøðingar skulu nú aftur til arbeiðis.

Løtingið hevur samtykt, at Sjúkrahúsverkið kann meta og gera av hvussu nógvum starvsfólki tørvur er á.

Viðkomandi limir hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum fáa boð frá Sjúkrahúsverkinum, hava skyldu til at fara til arbeiðis beinanvegin og at fylgja sáttmálanum millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, sum var galdandi frá 1. oktober 2019 til 1. januar 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder