En mannligur sjúkrarøktarfrøðingur í Útsynningstýsklandi er undir illgruna fyri at hava dripið í minsta lagi fimm sjúklingar við heilivági.
27 ára gamli maðurin er, sambært ákærumyndugleikanum í týska býnum Saarbrücken, undir illgruna fyri fimm dráp og tvær drápsroyndir.
Í 2016 varð maðurin tikin á búri, tá hann latst at vera lækni fyri at fáa atgongd til sjúklingar á einari intensivdeild. Tá hevði hann bert verið í starvi á sjúkrahúsinum í seks vikur, men tá vóru kanningar longu settar í gongd, eftir at hann hevði givið sjúklingum heilivág, sum ikki var ætlað teimum.
Drápini skal hann eitast at hava framt á einum fyrrverandi arbeiðsplássi.
Sambært Politiken, hevur løgreglan gravað leivdirnar upp av sjey møguligum ofrum í sambandi við kanningararbeiðið.
Fyri fáum mánaðum síðani, var ein annar týskur sjúkrarøktarfrøðingur, Niels Högel, dømdur fyri at hava dripið fleiri enn 100 sjúklingar.
Högel byrjaði í starvi á sjúkrahúsinum í Oldenburg í 1999, og árið eftir byrjaði hann at fremja brotsgerðir sínar. Í rættinum kom tað fram, at talið á dripnum sjúklingum var meira enn 100, og ákærumyndugleikin segði, at talan møguliga er um fleiri enn 200 offur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald