Innanlands

Sjúrður gav Mette Frederiksen føroyskt turriklæði og bók sína

- Eg sigi tað sama nú, sum eg havi sagt allatíðina: Mín stuðul er ikki til sølu. Tí brúki eg hendan møguleikan at skapa forstáilsi fyri føroyskum sjónarmiðum. Fòlkatingslimurin var fyrrpartin til samgongusamráðingar fyri aðru ferð

Mette Frederiksen hevði 45-ára føðingardag leygardagin, og tískil hevði Sjúrður Skaale gávur við til hana (Mynd: Javnaðarflokkurin á Fólkatingið)

Mette Frederiksen hevði 45-ára føðingardag leygardagin, og tískil hevði Sjúrður Skaale gávur við til hana (Mynd: Javnaðarflokkurin á Fólkatingið)

2022-11-22 16:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru tríggjar viku síðani danska fólkatingsvalið, og tað røkist framvegis einki fyri einari nýggjari stjórn í bræði. Stjórnarsamráðingar væntast at halda fram komandi vikurnar, skrivar Javnaðarflokkurin á Fòlkatingið.

Í morgun var Sjúrður Skaale á øðrum sinni og vitjaði Mette Frederiksen í samband við samráðingar. 

- Eg sigi tað sama nú, sum eg havi sagt allatíðina: Mín stuðul er ikki til sølu. Tí brúki eg hendan møguleikan at skapa forstáilsi fyri føroyskum sjónarmiðum. Og fyri at undirstrika, at vit í Javnaðarflokkinum sjálvandi vænta, at føroyskir myndugleikar ikki bara verða tiknir upp á ráð í uttanríkis- og verjupolitiskum samanhangi, men eisini hava síðsta orðið í øllum avgerðum, sum viðvíkja Føroyum, sigur Sjúrður Skaale.

Umframt nøkur ynski um hvussu grundarlagið undir eini komandi stjórn skal síggja út, tá tað snýr um viðurskifti viðvíkjandi Føroyum, hevði afturvaldi fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum eisini gávur við.

Mette Frederiksen fylti 45 ár leygardagin, og umframt eitt føroyskt turriklæði fekk samráðingarleiðarin og forfólkið hjá Sosialdemokratunum eitt eintak av bókini "2000: Tá Føroyar skuldu loysa"

- Hetta var sum ein áminning um, hvussu galið tað kann ganga, tá samstarv og dialogur ikki verða raðfest, og tá tað ikki valdar virðing millum partarnar. 

 Eitt sindur soleiðis er politikkur, sigur Sjúrður Skaale um gávurnar: 

- Politikkur er at geva at taka. At seta krøv og at geva seg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder