Hóast Sjúrður Skaale og Edmund Joensen umboða hvør sín flokk og politiska áskoðan á Fólkatingi, sita teir, tá ið samanum kemur, sum umboð fyri alt Føroyar, og hurðarnar á gongini eru altíð opnar fyri samstarvi har tað ber til.
Í dag vóru teir báðir á fundi við danska løgmálaráðharran, Nick Hækkerup um sonevndu ‘fleirársavtaluna’ fyri politiið, sum eisini partvíst ásetir fíggjarkarmin fyri føroysku løgregluna.
Fólkatingsmenninir vístu á ábøturnar, sum føroyska løgreglan hevur gjørt vart við, og nú verður arbeitt víðari við at nútímansgera arbeiðsumstøðurnar og tólini hjá løgrgluni við komandi avtaluni, verður sagt í tíðindaskrivi.
Uttanlands
Sjúrður og Edmund á fundi við løgmálaráðharran
Fundurin snúði seg um ‘fleirársavtaluna’ fyri politiið, sum eisini partvíst ásetir fíggjarkarmin fyri føroysku løgregluna
2020-09-03 17:41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald