Uttanlands

Sjúrður Skaale: Danska stjórnin hevur neyvan heimild at krevja umseting av føroyskum prædikum

Um danskir ríkisborgarar, sum eru uppvaksnir og búsitandi í danska ríkinum, skulu undir alment eftirlit, tí tey tosa sítt móðurmál í eini kirkju ella samkomu í Danmark, er talan um ósømiliga diskriminatión, sigur føroyski fólkatingsmaðurin

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin

2020-12-28 16:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danska stjórnin hevur neyvan heilid at krevja umseting av føroyskum prædikum, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

Danska stjórnin ætlar at gera eina lóg, sum ásetur, at trúðarsamfeløg í Danmark, sum prædika á øðrum máli enn donskum, skulu týða prædikurnar til danskt.

Endamálið við hesum er at forða fyri, at fleiri ungir danir verða radikaliseraðir av islamistiskum imamum, men hóast danska stjórnin ásannar, at slíkt ikki er komið fyri í føroyskum kirkjum í Danmark, hevur føroyski fólkatingsmaðurin einki lyfti fingið um, at føroyskt verður undantikið hesari nýggju lógini.

Grundgevingin er, sum skilst, at mann ikki veit, hvussu mann kann gera hetta reint løgfrøðiliga, men trupulleikin gerst størri, um føroyskt verður javnsett við arabiskt heldur enn danskt, sigur Sjúrður Skaale í grein í Kristeligt Dagblad.

– Føroyskt er eitt móðurmál, sum verður tosað av donskum ríkisborgarum. Føroyskt er eitt tjóðarmál í danska ríkinum, og føroyskt er í heimastýrislógini, sum er samtykt av fólkatinginum, viðurkent sum høvuðsmál og eitt mál, sum kann nýtast alment í danska ríkinum. Um danskir ríkisborgarar, sum eru uppvaksnir og búsitandi í danska ríkinum, skulu undir alment eftirlit, tí tey tosa sítt móðurmál í eini kirkju ella samkomu í Danmark, er talan um ósømiliga diskriminatión, sigur Sjúrður Skaale.

Sjúrður Skaale hevur áður rópt kravið um umseting av føroyskum prædikum fyri groteskt, og sambært heimastýrislógini er heldur eingin heimild at krevja hetta, sigur hann.

Øll greinin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder