Føroysku ynskini til fullveldissamráðingarnar í síni tíð vóru bláoygd ella naiv. Tað ásannar Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum í gjárkvøldið var gestur í sendingini Deadline hjá Danmarks Radio.
Í samrøðu við vertin, Niels Krause-Kjær, viðgongur Sjúrður Skaale, at talan var um eina naiva ætlan, tí – sæð við donskum eygum – snúðu samráðingarnar seg ikki um politikk, men bert um, at Føroyar vildu hava pengar frá dønum til at fíggja loysingina.
Sjúrður Skaale var boðin í Deadline-studio í sambandi við, nýggju bók hansara um fullveldissamráðingarnar, har Sjúrður kemur við upplýsingum frá hægsta politiska støði, sum í veruleikanum eru stemplaðar sum loyniligar.
Sjúrður ognaði sær hesa upplýsingar við tað, at hann luttók á samráðingunum, sum embætisfólk fyri Føroya Landsstýri.
Bókin, ”2000 – Tá Føroyar vildu loysa”, kom út fyri nøkrum árum síðani. Nú hevur Sjúrður týtt bókina til danskt við nøkrum tillagingum, og ”Da Færøerne ville løsrive sig” er júst komin út í Danmark.
Deadline frá í gjárkvøldið sæst á leinkjuni herundir. Samrøðan við Sjúrð Skaale byrjar umleið 18 minuttir inni í sendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald