Innanlands

Sjúrður Skaale stillar upp aftur

Atkvøðuslúkurin hjá Javnaðarflokkinum verður á listanum tá fólkatingsval verður

Sjúrður Skaale og Edmund Joensen hava verið fólkatingslimir hetta valskeiðið. Myndin er tikin á valkvøldinum 5. juni 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sjúrður Skaale og Edmund Joensen hava verið fólkatingslimir hetta valskeiðið. Myndin er tikin á valkvøldinum 5. juni 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-23 18:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Atkvøðuslúkurin hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi seinast stillar upp aftur til næsta fólkatingsval.

Hetta váttaði Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, fyri útvarpinum í kvøld.

Sjúrður Skaale sum hevur sitið á fólkatingi síðani 2011, fekk nógv flestar atkvøður á fólkatingsvalinum í 2019. Hann fekk tá 3.337 atkvøður. Næstur á javnaðarlistanum er Aksel V. Johannesen við 772 og Barbara Gaardlykke Apol við 392 atkvøðum. 

Hin føroyski fólkatingslimurin, Edmund Joensen, stillar ikki upp aftur eftir 34 ár í politikki. Hann gevst í sessinum tá forsætisráðharrin Mette Frederiksen skrivar út nýval.

Les eisini: Edmund stillar ikki upp aftur til Fólkatingi - abbadótturin vil fegin taka yvir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder