Danska stjórnin ætlar at gera eina lóg, sum ásetur, at trúðarsamfeløg í Danmark, sum prædika á øðrum máli enn donskum, skulu týða prædikurnar til danskt.
Endamálið við hesum er at forða fyri, at ungir danir verða radikaliseraðir av islamistiskum imamum, eftir at fleiri ungir danir hava verið í Sýria fyri at stríðast fyri IS.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin hevur víst á, at hetta eisini ávirkar føroysku samkomurnar og kirkjurnar í Danmark. Hann hevur tí spurt danska kirkjumálaráðharran, Joy Mogensen, um føroyskt mál verður undantikið.
Hetta sigur ráðharrin seg ikki kunna lova, men tað verður kannað, um málini í Ríkisfelagsskapinum kunnu fáa serstøðu, sigur hon.
– At føroyskar kirkjur og samkomur á hendan hátt óbeinleiðis verða lagdar undir mistanka og tí skulu týða sínar talur og prædikur, kann als ikki góðtakast, sigur Sjúrður Skaale, sum eisini nýtti høvi at taka málið upp við forsætisráðharran, Mette Frederiksen, í spyrjitíma í Fólkatinginum í dag.
– Kann forsætisráðharrin lova, at vit ikki enda í tí fullkomiliga grotesku støðu, at føroyskar samkomur, sum hava verið her í áratíggju skulu umseta sínar prædikur, tí illgruni er um yvirgang?
Svarið hjá Mette Frederiksen var, at hon ikki kundi lova nakað, tí hóast hon hevur virðing fyri, at mann ynskir at prædika á føroyskum í Danmark, og at mann ongantíð áður hevur havt trupulleikar av hesum, er tað komið fyri, at haturstala hevur verið prædikað í moskum í Danmark, og hesum noyðist mann at stríðast ímóti, segði hon.
– Eg haldi tað er groteskt, svaraði Sjúrður Skaale.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald