Innanlands

Sjúrður spyr um donsku trygdarpolitisku verjuætlanina

- At styrkja NATO hernaðarliga í Arktis og norðuratlantshavi kann stríða ímóti ynskinum og siðvenjuni um lágspenning norðanfyri. Tí vil eg hava at vita, hvat fyri slag av virksemi danska stjórnin sær fyri sær kring og norðan fyri Føroyar

2022-02-15 12:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sjúrður Skaale spyr í dag danska uttanríkisráðharran, Jeppe Kofod, um nýggja verjuætlanin framvegis leggur upp til lágspenning í Arktis og norðuratlantsøkinum.

- Um nýggja ætlanin hevur við sær meira hernaðarligt virksemi kring Føroyar, so vil eg vita, um Landsstýrið er hoyrt í hesum. Og eg vil vita, hvat fyri slag av virksemi, talan er um, sigur føroyski fólkatingslimurin. 

Í nýggju verjuætlanini verður nevnt, at Danmark stuðlar meira NATO-virksemi í Arktis og norðuratlantsøkinum. Hetta kann hava við sær, at fleiri ikki-arktisk limalond gerast meira virkin í økinum. Ætlanin leggur eisini upp til at styrkja NATO hernaðarliga og politiskt. Hetta samstundis sum ynskið um lágspenning stendur við.

- Hesi málini kunnu í ringasta føri stríða ímóti hvørjum øðrum. Tað týdningarmesta fyri allar partar – eisini fyri USA og Russland – er, at spenta støðan ikki eskalerar. Og fyri okkum, sum búgva í økinum, er friður og samstarv vegurin fram. Men sjálvandi skulu eftirlit og tilbúgving vera í lagi. Vit vita jú, at Russland hevur dubbað sera nógv m.a. á Kola-hálvoynni og aðrastaðni í økinum.

Fólkatingsmaðurin spyr tí eisini, um danski uttanríkismálaráðharrin sær spentu støðuna í Ukraina sum eina avbjóðing fyri tí samstarvi, sum annars hevur verið í arktiskum høpi. Og sum fyri tað mesta hevur verið semjusøkjandi. 

Tíðindaskriv frá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder