2022-01-04 17:03

Tað hendi eisini skaði í Elduvík í illveðrinum í gjár og í nátt.
Brimið var ógvusligt, og tað breyt langt niðan um vegin, sum fer tvørtur um oyruna, frætta vit úr Elduvík.
Spælhúsið, sum stendur við lendingina í Elduvík fekk umfatandi skaða. Brimið slóð ein av betongveggunum inn, sum eisini sæst á myndini omanfyri.
Eisini eitt av gomlu laðaðu neystunum fekk skaða. Annars verður ikki boðað frá stórvegis skaða av vindi.
Myndirnar hevur Poul Johannes Reyná tikið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald