Spurningurin er um tubaksvørurvørur, sum hava 18 ára aldursmark eins og rúsdrekka, ikki eiga at verða fluttar í Rúsuna, sigur Fía Selma Nielsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin.
Tingkvinnan hevur spurt Jacob Vestergaard, landsstýrismannin í vinnumálum, um ætlanir eru at flyta vørur við 18 ára aldursmarki - sigarettir og snús - í Rúsuna.
Hon vísir á, at nógv hevur verið frammi seinastu árini um heilsuvandarnar við at roykja og snúsa, og at tað m.a. stendur í samgonguskjalinum, at dentur skal leggjast á fyribyrging og heilsufremjan.
– Endamálið við rúsdrekkasøluni var millum annað at tálma nýtsluni av spiritusi. Tá almennu Føroyar vita, at royking og tað at snúsa kostar heilsuverkinum nógv – tí hesi eru sjúkuelvandi, er spurningurin, um tíðin ikki er komin til, at vit á sama hátt sum við rúsdrekka kunnu brúka einkarsøluna til vørur, ið krevja at man skal vera 18 ár fyri at keypa hana.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald