Innanlands

Skal hava hótt starvsfólk í varðhaldinum og roynt at tveitt kókandi vatn eftir teimum

Ein 39 ára ára gamal maður hevur fingið treytaleysa fongsulsrevsing. Hann noktar seg sekan, og hevur kært dómin

(Savnsmynd: Kvf.fo)

(Savnsmynd: Kvf.fo)

2022-04-15 21:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein 39 ára gamal maður er dømdur fimm mánðar treytaleysa fongsulsrevsing. 

Hann er dømdur fyri at hava hótt starvsfólk í varðhaldinum í Mjørkadali og familjur teirra, umframt at hann er dømdur fyri harðskap. Sambært ákærini hevur maðurin roynt at tveita kókandi vatn eftir starvsfólkunum.

Tað visti útvarpið í kvøld.

Tann 39 ára gamli noktaði seg sekan og kærdi dómin. Hann var í mars dømdur í Keypmannahavn fyri líkandi brot, sum hann nú er dømdur fyri. Tá fekk hann fýra mánaðar fongsulsdóm.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder