- Skjót útgreining og viðgerð skulu vera hornasteinar í almenna heilsupolitikkinum. Skipan um viðgerðartrygd skal setast í verk, sum ásetur, at eingin skal bíða meira enn 30 dagar fyri at koma í viðgerð. Bíðitíðin hjá sjúklinginum skal styttast, og sjúkrahúsverkið skal almannakunngera bíðitíðirnar til tær ymsu viðgerðirnar.
Soleiðis stendur m.a. undir "heilsumál" í samgonguskjalinum hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum, sum varð undirskrivað í gjár.
At eingin skal bíða eftir viðgerð í meira enn 30 dagar var eitt av høvuðsvallyftunum hjá Sambandsflokkinum og eitt av hjartamálunum hjá komandi landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen.
- Eg vil fegin brúka mínar leiðsluroyndir til at vera tann góði, menniskjaligi, konstruktivi, og positivi leiðarin sum motiverar mínar nýggju starvsfelagar soleiðis at tað føroyska heilsuverkið fer at fylgja politiska og ikki minst menniskjaliga málinum um viðgerðartrygd, sum er mítt hjartamál. Tað er ikki lætt, men tað er spennandi og tað ber til, sigur Kaj Leo Holm Johannesen við VP.
Alt samgonguskjalið kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald