Í Stórabretlandi leggur Boris Johnson, forsætisráðharri nú ætlanir um at strika kravið um sóttarhald fyri tey, sum fáa staðfest koronu.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters, sum endurgevur The Telegraph.
Eitt tilmæli um at fara í sóttarhald, um ein er smittaður, verður framvegis galdandi, men tað verður ikki longur eitt krav, sum ein verður revsaður fyri ikki at yvirhalda.
Eftir ætlan verður boðað frá nýggju ætlanini í vár.
Í farnu viku varð eisini boðað frá, at sóttarhaldið í Onglandi fór at verða stytt úr sjey niður í fimm dagar hjá teimum, sum verða staðfest negativ tvær ferðir á rað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald