Uttanlands

Skal ikki vera loyvt at lýsa við ósunnum mati

Lýsingar við matvørum, sum innihalda ov nógv salt, feitt ella sukur skulu ikki vísast í sjónvarpi áðrenn kl. 21, og tað skal verða fullkomiliga bannað at lýsa við ósunnum mati á netinum, er ætlanin hjá bretsku stjórnini – Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at boðað verður frá slíkari ætlan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-09-14 14:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá 1. oktober 2025 skal tað í Stórabretlandi vera bannað at lýsa við ósunnum matvørum - matvørur, sum innihalda ov nógv salt, feitt ella sukur - í sjónvarpi áðrenn klokkan 21.

Tað er ætlanin hjá bretsku stjórnini sambært bretskum miðlum.

Eisini skal vera fullkomiliga bannað at lýsa við hesum matvørum á netinum.

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at boðað verður frá slíkum ætlanum.

Í 2021 kom táverandi konservativi forsætisráðharrin, Boris Johnson við einari líknandi ætlan, og í 2023 boðaði táverandi konservativi forsætisráðharrin Rishi Sunak eisini frá, at hann ætlaði at seta slíkt bann í gildi. Í báðum førum varð tað tó útsett, skrivar The Guardian.

Síðan juli hava bretar havt eina Labour-stjórn, og hesa ferð er tað fólkaheilsumálaráðharrin Andrew Gwynne, sum ætlar at seta bannið í verk.

Endamálið við banninum er at basa ovurfita hjá børnum.

Sambært Andrew Gwynne fara avmarkingarnar at "verja børnini" ímóti lýsingum, sum sambært kanningum, hava "stóra ávirkan á teirra matvanar frá einum ungum aldri", sigur hann sambært BBC.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder